Glopraregn og torusláttur í Danmark

- Vandi er fyri eldi, har toran kann sláa niður. Toran kann gera skaða á el-skipanir, og roknast kann við feilfráboðanum á sjálvvirkandi skipanum, sigur DMI.

 

DMI ávarðar nú um ógvusligt regn og torusláttur víða um í Danmark seinnapartin  í dag. Vandi er nevniliga fyri glopraregni og toru í Norður-og Miðjútlandi eins og í norðara parti av Sælandi, íroknað Keypmannahavn.

 

Ávaringarnar um ringu veðurvánirnar snúgva seg serliga um tíðina frá klokkan 14-15 í dag og til á midnátt, tá vandin fyri glopraregni og ógvusligum torusláttri verður størstur.

 

Hetta merkir, sigur DMI, at vandi er fyri eldi, har toran kann sláa niður, og toran kann gera skaða á el-skipanir, samstundis sum roknast kann við feilfráboðanum á sjálvvirkandi skipanum.

 

Lagt verður aftrat, at við glopraregni er vandi fyri vatnflóð í økjum sum liggja í lágum lendi, eitt nú kjallarum og á koyribreytum, eins og sýnið kann gerast vánaligt í ferðsluni.

 

Í øðrum pørtum av Danmark, eitt nú í syðra parti av Jútlandi og syðra parti av Sælandi, ávarðar DMI eisini um glopraregn.

 

DMI væntar, at tað fer at regna millum 25 og 35 millimetrar eftir seks tímum, og har tað fer at regna mest, kann væntast við meira enn 15 millimetrum eftir 30 minuttum.

 

- Men, tað kann jú vera, at vit eru á skeivari leið, og at tað ikki verður so ringt, sum vit vænta, men soleiðis, sum útlitini eru í løtuni, kunnu vit vænta nógv regn og ógvusligan torusláttur víða um landið.

 

Tað sigur vaktleiðarin hjá DMI, Janne Hansen, við danskar miðlar í morgun.