Í góðveðrinum leygardagin giftust Birita á Soylheygnum og Petur Pólson. Bilarnir streymaðu til bygdina, ið av sjálvsagdum ávum ikki maktaði henda ferðsluherin. Akførini stóðu á hvørjum horni, men hetta bilti ikki. Bilurin var settur sum best bar til, og so varð farið oman í bygdina.
Klokkan tíggju var vígslan í Bíggjar kirkju, og sum tey flestu kundu gitt, so var ikki talan um eina stóra dómkirkju. Væl stúgvaði lýddu vit á, meðan vakra brúðarparið var vígt. Í práti seinni, hugleiddi Petur:
- Eg má viðganga, at áðrenn brúdleypið, væntaði eg ikki tað stóru broytingina aftaná. Og hyggur tú eftir soleiðis útvortis, so er ikki so nógv broytt. Sum man sigur; man fekk pappír upp á tað.
- Men tá eg sat har og hugdi yvir á Biritu og Døgg, ivaðist eg ikki í, at hetta var eydnuríkasti dagur í mínum lívið. Tað var sum um, at dagurin var ein samanrenning av nógvum eydnuríkum døgum, sum hava verið frammanundan, um tú skilur hvat eg meini.
Eftir eina ótrúliga góða og vakra talu, vígdi Inga Poulsen Dam parið, sum nú sessaðust somu megin:
- Hendan myndin við, at vit fyrst sita hvør sínu megin, og síðani sessast á somu síðu, haldi eg vera ein sera vakran sið. Nú eru vit ein familja, sigur Petur.
Seinni um dagin var móttøka hildin í pakkhúsinum í Bø. Ígjøgnum nógv ár hevur Jógvan Nordendal sett húsini í stand í síni frítíð, og her fyri vóru tey klár. Eini sera hugnalig hús, ið ikki hava mist sína gamaldags sjarmu í ístandsetanini.
Tó var tað ikki innandura, fólkið var statt, tí veðrið av tí allarbesta. Pakkhúsið stendur heilt niðri við sandin, og beint uttanfyri var eitt stórt tjald sett upp, har ein kundi eta alt tað, ið búkinum lysti. Neyvan fór nakar svangur til húsar hendan dagin, men tað vóru allarhelst fleiri við mær, ið kanska áttu at havt steðga eitt sindur fyrr. Sera, sera vælsmakkandi!
- Vit høvdu satt at siga ikki nakra back-up ætlan. Um tað hevði regnað, høvdu allir gestirnir verið noyddir at troka seg inn í pakkhúsið, sum als ikki hevði klárað at rúmað øllum 400 fólkunum, ið vóru har. So vit máttu bara vóna.
- Men tí at veðrið var so gott, var dagurin betri enn vit nakrantíð høvdu torað at droymt um.
Sum okkurt annað føroyskt tiltak leggur seg eftir, so var her talan um eina heildaruppliving. Meðan Tindhólmur hugdi at, spældu børn á sandinum og gleddust um, at vera sloppin úr fínu fangabúnum, ið lógu sløddir her og har. Vanliga er tað bara strævið, men akkurát henda dagin gjørdi tað ikki so nógv, at eitt nýforelskað par lá og fríggjaði niðri við sandin. At njóta góðan mat, gott samfelag og gott veður í dreymakendum umhvørvi. Torført er at finna betri.