Frakland leikti í kvøld móti Honduras í bólki E.
Honduras leikti fyri einari viku síðani málleysan javnleik móti Ongland og tí hevði Honduras eisini góðar vónir undan dystinum móti Fraklandi.
Frakland lat tó ongan iva vera um, at teir ætlaðu sær tey 3 stigini í kvøld. Tað hjálpti tó væl hjá Fraklandi at Honduras tveir minuttir áðrenn hálvleik, fekk ein mann útvístan. Tað var fyrrverandi Tottenham leikarin, Wilson Palacios, ið fekk sítt seinna gula kort.
Stóri leikarin á franska landsliðnum var Real Madrid áleyparin Karim Benzema, ið gjørdi 2 av málunum hjá Fraklandi. Karim Benzema var eisini nær við at gera hattrick, men tað næsta málið hjá Fraklandi varð ístaðin skrásett sum sjálvmál av málverjanum hjá Honduras, Noel Valladares.
Í tí næsta málinum var stóri spurningurin eisini, um bólturin hevði verið innanfyri ella ei. Tískil varð goal line technology fyri fyrstuferð tikið í nýtslu undir HM og útfrá goal line technology dømdi dómarin bóltin innanfyri.
Frakland - Honduras 3-0 (1-0)
1-0 Karim Benzema, 45.
2-0 Noel Valladares (sjálvmál), 48.
3-0 Karim Benzema, 72.