Góður dagur í Stakkinum

Tjørnuvíkinar umhugsa at gera túrar út í Stakkin við fremmandafólki

Randi Jacobsen


Leygardagin fyri 10 døgum síðan viðraði ikki, og tí var ætlaði túrurin tann dagin út í Stakkin av ongum.

Men seinasta leygardag bar til.

Hann hevði sagt høgætt, men tað var úrnyrðingur, sum er góð ætt, tá tað er stilt.

Tjørnuvíkingar høvdu lýst við túrinum og biðið fólk teknað seg.


150 fólk

Farið varð úr Tjørnuvík klokkan níggju um morgunin, og tey umleið 150 fólkini møttu øll í góari tíð. Summi komu heilt tíðliga. Bygdarhúsið var opið, og har savnaðust tey. Øll høvdu latið seg hóskandi í til túrin.

Áðrenn farið varð til gongu, sungu tey sálmin Boðar tú til allar tjóðir, sum varð prentaður til dagin.

Við teimum 150 fólkunum fóru yvir 20 staðkendir menn, sum allir vóru í myrkamorreyðari troyggju og høvdu reyðan koll frá Føroya Bjór á høvdinum fyri at kennast aftur.

Fólkið varð býtt upp í tveir bólkar, alt eftir hvussu skjóitt tey hildu seg til at ganga, og fyri at sleppa undan ov langari bíðitíð. Bara tvey fólk kuu í senn fara í kassanum eftir rennistronginum út í Stakkin.


Upp um fjallið

Gingið varð upp um fjallið Kambsfløtuna og oman eftir Krákuni fyri ikki at seta fólk í vanda, men nøkur vildu heldur fara gjøgnum Dumbustíggj, har teir plaga at ganga, men tað undir egnari ábyrgd.

Jens Jensen, ein av fyrireikarunum, sigur, at øll, sum ætlaðu sær ut í Stakkin, fullførdu túrin.Tvey fólk gingu við, men tey høvdu frammanundan avgjørt ikki at fara yvirum.

Fólkini vóru ymisk til aldurs, nøkur børn vóru við, og fólkini komu ymsa staðni frá.

Tað er ikki so øgiligt at fara í kassanum út í Stakkin, tí tú sær ikki niður á sjógv. Sundið er líkasum inni undir lenndinum. Á veg innaftur sær tú niður, og tað eru 133 metrar.

Væl gekk og frakta fólkið yvir um sundið. Allir vegvísararnir fóru við. Tað gekk so mikið væl, at klokkan 13 vóru øllheima aftur.


Trygdartiltøk

Í Stakkinum høvdu teir spent bond út móti eggini og mæltu fólki til at halda seg innan fyri. Tað gekk alt væl.

Í Stakkinum fóru øll oman í húsið, sum teir hava at fara í, tá teir eru eftir seyði og fugli. Har fingu øll sodavatn og sjokolátu.


Stórsligin náttúra

Tað er ein heilt einastandandi uppliving at fara út í Stakkin. Eisini gongutúrurin sjálvur. Tað er stórsligið at síggja yvir á Risan og Kellingina, síggja bjørgini, yvir á Sjeyndir og so allan fuglin. Beint nú er fglæurin tó við at reiðast, men um ein mánað er meira lundi at síggja, og tá fara teir út at fleyga. Húsið stendur beint við lundalandið.

Jens Jensen sigur, at tey hava tað fatan, at øll vóru væl nøgd við túrin, og eingin helt tað vera ov nógv at gjalda 200 krónur.

Tá tey komu heim aftur í bygdina, varð borðreitt í bygdarhúsinum við smurdum breyð við føroyskum viðskera og einum heitum drekkamunni afturvið.


Eitt ferðamál

Tjørnuvíkingar eru so væl nøgdir við dagin, at teir umhugsa at gera fleiri túrar í summar við ferðafólki.

Fyrsta dagin fara teir tríggir í Staksnevndini at tosa um hetta.

Men tað er ein krevjandi uppgáva at átaka sær. Leygardagarnir eru so dýrabarir sum frídagar, og tað krevur nógva fyrireiking og nógv fólk til at fyriskipa at gera slíkar túrar við ókunnugfólki. Gerandisdagar eru øll til arbeiðis. Ein møguleiki kundi verið at farið sunnudag seinnapart, heldur Jens, sum tó leggur aftrat, at tjørnuvíkingar fegnir offra tíð til at geva øðrum møguleikan at sleppa túrin.

Dagurin í Tjørnuvík var ikki liðugur, tá túrurin var av. Framsýningin var opin, og um kvøldið var kvøldseta.

Har vóru nøkur lærafólk, sum áður hava verið í skúlanum í Tjørnuvík, og tey hugleiddu um ymist.


Góð minnir

Heri Jacobsen visti manga stuttliga søgu at siga frá síni tíð sum lærari í Tjørnuvík, Tórhild Magnussen læs hugleiðingarnar hjá Marinnu Debes Dahl, og so var eisini Sigurd Bærentsen. Hann yrkti í sínari tíð ein sang, sum síðan hevur verið nógv sungin í Tjørnuvík. Hesin sangur varð eisini sungin á kvøldsetuni.

Svenning av Lofti, hvørs mamma var úr Tjørnuvík, hevði nøkur orð at bra fram, og við var eisini vísusangarin Sámal Ravnsfjall, sum plagdi at vitja í Tjørnuvík, tá hann var smádrongur og beiggin var vikarur í bygdini.


Út um at kvøða

Tá kvøldsetan var av, fóru øll út í tún at kvøða grindavisuna, sum Trygvi Magnussen skipaði.

- Tað var ein einastandandi góð og vøkur løta í tí góða veðrinum, sigur Jens.

Ímeðan grindsvísan varð kvøðin varð aftur borreitt fyri øllum í bygdarhúsinum, og á borðinum var smurt breyð, drekka og ísur.

Tjørnuvíkingar eru væl nøgdir, nú øll tiltøkini eru av, tí stuttligt var at fáa so nógv fólk á vitjan.


Øll høvdu opið hús

Hin sunnudagin var fótbóltslandsliðið og vitjaði, og hetta vikuskiftið kom løgmaður at síggja framsýningina um Tjørnuvík fyrr og nú.

- Fólk streymaðu til bygdina allan dagin. Øll hús væntaðu vitjan, so øll høvdu okkurt at bjóða. hetta var eisini eitt gott høvi hjá fólki at taka seg at koma til Tjørnuvíkar at heilsa upp á vinir og kenningar, sigur Jens.