Línubátarnir fiska væl nú.
Klakkur hevur avreitt 106.000 pund undan Føroyum til Kósina í Klaksvík. Hann royndi í sjey dagar, og veiðan var toskur og hýsa.
Hóskvøldið landaði Núpur til Kósina. Við níggju setum hevði hann 135.000 pund, og veiðan hjá honum var eisini toskur og hýsa.
Mánadagin koma Jákup B og Kvikk inn at landa til Kósina.
Hvalbiartrolarin Niels Pauli, sum hevur verið undir Føroyum, hevur eisini verið í Klaksvík við síni last. Hann hevði 156.000 pund, mest upsi men eisini nakað av toski.
Nú Kósin hevur fingið so nógvan fisk, hevur væl av arbeiði verið inni á flakavirkinum.