GØ varð stovnaður í 2015 og hevur síðan ment sína egnu ljóðmynd, har íblástur úr 60- og 70-árunum verður blandaður við jazzi, rokki, film noir og spaghetti western.
Seinasta árið hevur bólkurin spælt bæði í Føroyum og uttanlands. Millum annað framførdi GØ á Reykjavík Jazz Festival, og bólkurin hevur eisini fingið góð ummæli í bretska jazztíðarritinum Jazzwise.
Í GØ spæla Ólavur Eyðunsson Gaard á gittar, Kristian Pauli Ellefsen á tangentum, Árni Jóhannesson á bass, Hjörtur Háberg á trummur og Sjúrður Zachariasson á saksofon.
Eisini verður Alias Morera á pallinum. Føroyski indie-popbólkurin rørist millum alternativan popp, folk og rokk og telur sjey tónleikarar.
Konsertin verður í Tøting leygarkvøldið 22. august klokkan 20.30.
##med2##
Atgongumerki kosta 150 krónur og 100 krónur fyri limir í Grót. Fólk, sum eru 18 ár og yngri, sleppa ókeypis.
Tað eru Summartónar og Tónleikasamtakið Grót, sum skipa fyri.










