Manshondbóltsliðið úr Odense, GOG, sum var í Føroyum um vikuskiftið í sambandi við nakrar venjingardystir, brúkti sín frídag í Vestmanna.
- Hópurin vildi fegin sleppa at fiska, og tað var skjótt, at fimm útróðrarbátar úr bygdini vóru til reiðar at fara ein túr við teimum.
Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu.
- Veðrið var av tí allar besta, hýrurin var góður, og fiskiskapurin var nøkunlunda.
Lagt verður aftrat, at á túrinum varð eisini siglt fram við landi og inn í nakrar holur við hondbóltsliðnum.
- Føroyingurin á liðnum, ið hevur ættarbond úr Vestmanna, hevði turra grind og spik við til sínar liðfelagar.
Úr Vestmanna verður sagt, at tað var ein sera væl nøgdur hópur, sum kom aftur á land eftir nakrar góðar tímar á sjónum og í føroysku náttúruni.
- Sum tøkk fyri túrin fingu bátaeigararnir, Jákup Martin Andreassen, Rógvi Nielsen, Jógvan Poulsen, Johnny Joensen og Agnar Joensen, allir hvør sína spælaratroyggju frá GOG.










