Fuglafjarðar kommuna hevur í ár sett av eina miljón krónur til gerð av gøtu millum Fuglafjørð og Kambsdal. Hetta er eitt størri arbeiði, og tí røkkur ein miljón krónur ikki til alla verkætlanina, men hetta er so ein byrjan.
Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at hann kundi hugsað sær, at hetta arbeiði fer í gongd nú í heyst. Landsverk krevur, at ein metur er frá landsvegnum og inn til bilverjuna, og síðan skal aftur ein metur verða frá bilverjuni og inn, har gongugøtan byrjar.
Hann vísir á, hvussu gøtan av Hvítanesi og niðan til rundkoyringina í Hoyvík er bygd og leggur aftrat, at tá tú hevur betongklossar á vegnum, eru krøvini hjá Landsverki um frástøðu ikki líka strong.
- Men, eg haldi ikki, at vit skulu brúka betong á gøtuni millum Fuglafjørð og Kambsdal.
Borgarstjórin sigur, at tað er Landsverk, sum skal góðkenna verkætlanina, og Landsverk hevur eisini lovað at seta ljós upp á gøtuni, tá tað kemur har til. Tekniska deild hjá Fuglafjarðar kommunu hevur gjørt eitt uppskot, sum enn ikki er góðkent av Landsverki.
Sonni á Horni kundi hugsað sær, at helvtin av gøtuni úr Fuglafirði og yvir á Kambsdal verður gjørd í ár - og hin helvtin næsta ár, og sjálvur heldur hann, at ein stórur helmingur av teininum er rímiliga lættur at gera, tí her er rímiligt pláss inn frá landsvegnum.