Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG tóku í dag ímóti Nordsjællandi í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Í Arena Svendborg høllini eydnaðist tað Óla og liðfeløgunum at vinna stórsigur 32-23 á Nordsjællandi. GOG legði góðan botn í fyrra hálvleiki, og var greitt á odda 18-11 í steðginum.
Óli skoraði trý mál upp á fimm málroyndir. Hann legði upp til tvey mál (assist), og vann liðnum eitt brotskast.
GOG er næstfremst í deildini við 17 stigum. Aalborg er fremst við 22 stigum.
Komandi hósdag klokkan 17.45 er aftur dystur í Arena Svendborg. Hesaferð verður talan um dyst í bólki B í Champions League. Pólska liðið, Wisla Plock kemur á vitjan. Sama Wisla Plock hevur eisini eitt fótbóltslið í bestu pólsku fótbóltsdeildini. Andrias Edmundsson spælir við fótbóltsliðnum hjá Wisla Plock.











