Marita vann og Rakul tapti

HØJ og Ringkøbing leiktu seinastu dystirnar undan HM-endaspælinum

Liðini hjá Maritu Mortensen og Rakul Wardum spældu seinnapartin seinastu dystirnar í bestu donsku hondbóltsdeildini undan HM-endaspælinum í Niðurlondum og Týsklandi.

 

Marita og liðfelagarnir í HØJ vunnu á útivølli 32-28 á Silkeborg-Voel. Í steðginum var HØJ á odda 19-17.

 

Marita skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir. Marita legði eisini upp til fýra mál (assist).

 

HØJ er nummar 10 í deildini við seks stigum. 

 

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu á útivølli greitt 27-34. Í fyrra hálvleiki royndist væl hjá Ringkøbing, og í steðginum var støðan javnleikur 15-15.

 

Stephanie Christensen vardi málið hjá Ringkøbing størsta partin av dystinum. Rakul hevði í sjey málroyndum onga bjarging í dag.

 

Ringkøbing er nummar sjey í deildini við sjey stigum.

 

Marita og Rakul fara nú at hugsavna seg um fyrireikingarnar til HM-endaspælið í Trier í Týsklandi. Komandi leygardag er venjingardystur móti Íslandi á skránni.