GOG vann stórsigur í fyrsta dystinum í Wenzel Nordic Cup

Liðið hjá Óla Mittún vann stórt á liðnum hjá Allani Norðberg og Bjarna í Selvindi

Tað var liðið hjá Óla Mittún, GOG og liðið hjá Allani Norðberg og Bjarna í Selvindi, Valur sum fingu heiðurin at spæla fyrsta dystin í Wenzel Nordic Cup við Tjarnir.

 

GOG vann stórsigur 40-28. Í steðginum var GOG á odda 19-12. 

 

Valur stóð seg væl í fyrru helvt av seinna hálvleiki, men seinastu løtuna fekk GOG ferð á málskjótingina aftur. 

 

Óli Mittún var við níggju málum næstbesti málskjúttin hjá GOG. Toppskjútti var Manuel Zehnder við 12 málum.

 

Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi skutu tvey mál hvør fyri Val. Toppskjútti hjá Vali var Gunnar Róbertsson við átta málum. 

 

Stroymingin hjá Portalinum visti at siga, at Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel eru strandaðir í Dublin í Írlandi. 

 

Eftir ætlan spæla Valur og THW Kiel í morgin klokkan 18, og GOG og H71 klokkan 20.