Fyrireikingarnar til Ljósfest 2026 í Vági eru í hæddini.
Í dag sást, at tjaldið á festivaløkinum er komið upp at standa.
Í morgin koma væntandi stóri pallurin, søkubúðir og annað.
Fríggjadag og leygardag er m.a. sølutorg, framsýningar, barnatiltak, heiðran av borgarum í Vági og tónleikur á skránni, og endar hetta við stóru útikonsertini leygarkvøldið.
Sunnudag er vanliga felags sunnudagsskúli og møti í tjaldinum.
Skráin sæst her: Skráin til Ljósfest 2026 - Vágs Kommuna










