Ársins dystur, um ikki aldarinnar dystur verður við Djúpumýru í Klaksvík komandi mikukvøld klokkan 19.45 tá svenska meistaraliðið, BK Häcken úr gamla arbeiðaraøkinum, Hissingen í Göteborg kemur á vitjan í øðrum undanumfarinum í Champions League.
BK Häcken er favorittur til at vinna seg víðari, men tað var Ferancvaros úr Ungarn vitiligt eisini.
Megnar KÍ at at fremja enn eitt bragd í Champions League undankappingini og koppar BK Häcken, so hevur KÍ tryggjað sær í minsta lagi eitt bólkaspæl í Europa Conference League.
Tá hevði KÍ eisini fingið tvær norðurlendskar uppgerðir í triðja undanumfarinum í Champions League móti antin HJK Helsinki úr Finnlandi, ella móti Molde úr Noregi, ið gjørdist stórfelag í Noregi í stóran mun takkað verið kenda reiðaranum, Kjell Inge Røkke, ið eisini er væl kendur í Klaksvík.
Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Magne Hoseth, hjálparvenjarin, Daniel Berg Hestad og Vegard Forren leikari hjá KÍ eru allir fyrrverandi leikarar hjá Molde.
Magne Hoseth spældi í heila 14 kappingarár við Molde, og er millum fremstu leikararnir hjá Molde nakrantíð. Við Molde vann hann trý meistaraheiti og eina steypakapping.
Daniel Berg Hestad spældi við Molde í 11 kappingarár, og var við til at vinna trý meistaraheiti og fýra steypakappingar, og hann er eisini ein stór legenda í søguni hjá Molde.
Vegard Forren hevur spælt við Molde í níggju kappingarár, og hevur eisini legendustatus har. Vegard Forren vann við Molde fýra meistaraheiti og tvær steypakappingar.
Molde hevur sambært veddingarfyritøkunum eina líknandi favorittstøðu sum BK Häcken hevur móti KÍ. Oddsini upp á útsigrar til Molde og BK Häcken í Helsinki og við Djúpamýru liggja um 1,70 hjá veddingarfyritøkunum.
Tapir KÍ fyri svensku meistarunum, so skal KÍ í Europa League undankappingini spæla móti antin Zalgiris úr Litava, ið KÍ gav ein skarpan gang í 2018, og tapti tepurt 2-3 yvir tveir dystir. Ella møtir KÍ turkiska fótbóltsrisanum, Galatasaray.
Spennandi verður óannsæð hvør avbjóðingin verður, men tað hevði sjálvandi verið eyka stuttligt um KÍ møtti norsku meistarunum, Molde.