Gibson er millum heimsins kendastu og mest legendarisku guitarmerki. Gibson guitarar hava verið framleiddir síðani 1902, og seinnu mongu árini hava kend nøvn á eittnú rock- og popstjørnuhválvinum tryggjað, at Gibson er millum heimsins kendastu guitarar.
Men trupult hevur verið at finna rætta tónan seinnu árini, tá umræður at vinna pening.
Benson Woo hevur sett seg í fíggjarstjórasessin, og skal venda gongdini hjá guitarframleiðaranum, ið hevur høvuðssæti í Nashville, Tennessee. Millum annað verður hetta gjørt við at taka úr framleiðslu nakrar av teimum vørum, ið tyngja fíggjarliga. Gibson hevur framleitt annað, enn guitarar, men tað eru guitararnir, ið hava tryggjað navninum pláss í rocksøguni.
Millum teirra, ið hava tryggjað Gibson sess á ovastu rók í rockheiminum eru tónleikararnir Elvis Presley, B.B. King., John Lennon, Jimmy Page úr Led Zeppelin og Keith Richards (myndin) úr Rolling Stones.