Upplýst jólatrø standa allan vegin eftir høvuðsgøtuni í Sandavági. Tvey trø uttanfyri hvønn av handlunum, ið eru upplatnir í desember.
Johan Holm Simonsen býr í einum gulum húsum mitt á gøtuni. Ì kjallarinum hjá honum var fyrr lampubúð, sum var stongd einaferð í 80-unum. Nú hevur Jóhan opnað handilin aftur við gomlum tingum.
Meðan vit standa inni í handlinum kemur Ediana Hentze inn. Hon hevur frætt um Johan og vil forvitnast. Johan biður hana bara fara uppá og hyggja í heimið hjá sær. Ediana kemur eftir lítla løtu oman aftir í handilin við stjørnum í eygunum.
- Eg elski alt, sum er gamalt, sigur hon og finnur sær eina silvurkannu fyri 300 krónur.
So at siga alt er til sølu í teimum 10 handlinum. Ymisk virki og einstaklingar selja sína vøru, og fólk eru til staðar frá kl 16 til 20.
Íblástur frá yrking
Yrkingin "Barnaminni" hjá Hans Andrias Djurhuus hevur verið nýtt sum íblástur.
"Og ár tey eru runnin,
nú spæla onnur børn sum eg,
tá jólaljósið tendrast,
tá vitja minni meg.
Tey blíðu barnaminni
um gleði, jólaboðið bar,
sæl eru børn í hjarta,
við ljós tey spæla sær.
Hans Andrias Djurhuus var lærari í Sandavági 1909 - 1916, og hevur óivað havt gongd inn í nakrar av handlinum, ið nú eru latnir upp aftur.
Saman við handlinum, er gamla posthúsið og gamli bankin eisini uppafturlatin. Til posthúsið hevur Johan lánt lutir og inbúgv frá postsavninum. Til sølu í posthúsinum eru gomul endurprentað jólakort.
Føroya Banki ella Sjóvinnubankin, ið hann kallaðist, tá hann var í gomlu húsunum, er eisini endurskapaður so, sum hann sá út.
Anni Isaksen, ið vanliga starvast í Føroya Banka í Miðvági, er til arbeiðis.
- Her ber ikki til at gera bankaørindi eftirsum vit ikki hava nakra teldu, sigur hon. So hon stendur mest og tosar við kundarnar, sum koma inn.
Í staðin fyri bankaørindi gevur Føroya Banki rentu á hosir. Børn koma inn við hosum, og síðani avheinta tey tær á jólum. Tá hevur bankin lagt okkurt gott í hosuna.
Anni greiður frá, at nógv fólk støkka inn á gólvið og minnast, hvussu tað var fyrr í tíðini.
Elsti handilin í bygdini
Uttast í Sandavági er elsti handilin í bygdini "Hentzarsa pakkhús". Handilin lat upp 1871. Undir øðrum heimsbardaga var handilin skómakaraverkstaður og nevndist "Cobbler's Shop". Nú er handilin á tremur við gomlum glansbílætum, dukki-lisum, bøkrum og hondarbeiði. Tórgerð Suðuroy selur steintøj í fleiri av handlinum og eisini í Hentzarsa pakkhúsið.
Johan møtir nógvum fólki, ið hann kennir eftir gøtuni í Sandavági. Summi, spyr hann, um tey kunnu vera í handlinum nakrar tímar komandi dagarnar, og onnur hjálpa honum at opna handlarnar.
- Tá man hevur eitt vælvirkandi sosialt netverk, er tað lætt at fara undir eina slíka verkætlan, sigur Johan Holm Simonsen.
Hann greiður frá at tey flestu hava verið sera beinasom og hjálpt væl til.
- Tað vísur seg ofta, at tá endamálið ikki er at tjena pening, vilja fólk fegin hjálpa til.
Hann og Sandavágs Fornminnisfelag vilja við hesum lýsa ríku handilssøguna í Sandavági og so sjálvandi økja um trivnaðin og jólahugnan.
Nógv fólk hava verið og hugt í handlarnar líka síðani teir opnaðu 2. desember, og fleiri verða tey nokk nú tunnilsdagurin er 12. desember.
Teir 10 handlarnir, bankin og posthúsið eru:
Hjá Sigvaldi
Hjá Annu
Hjá Sønrup
Hjá Dåavalisu
Hjá Wilhelm og Sjóvinnubankin
Hjá Hans Arna
Bartalsstova
Hjá Berg
Kioskin hjá Marsannu
Hentzarsa pakkhús
Ingvardsa handil
Handlarnir eru opnir mánadag til fríggjadag 16.00-20.00
Leygardag 14.00-20.00