Gongd aftur á høllina

Skála: Fyrst í komandi ári er ætlanin, at gongd skal koma aftur á bygdasalin á Skála. Ein nýggjur leigari skal nevniliga finnast til hetta

Runavíkar kommuna, ið varar av ítróttarhøllini sigur, at kafeteria og bygdasalurin hava stóran týdning fyri bygdina. Hetta stuðlar eisini tiltøkunum, sum verða fyriskipað í høllini.

Møguleiki er eisini fyri, at leigarin kann standa fyri rakstrinum av kampingplássinum, ið liggur beint við høllina.

- Tað hevur stóran týdning, at kafeteria og kampingøkið geva eina góða og støðuga tænastu, verður sagt úr Runavíkar kommunu.

Umsóknarfreistin til hetta starvið er úti um ein mánað.