- Gongur betur enn væntað

Sonni Ragnar Nattasted verður skjótt klárur at venja aftur.

Fyri góðum tveimum mánaðum síðani gjørdist tað greitt, at føroyski landsliðsleikarin, Sonni Ragnar Nattestad, hevði slitið hælsinuna.


Hetta merkti, at hann ikki fekk ynsktu byrjanina upp á nýggju yrkisleiðina í norska felanum, Molde FK, men tað gongur tann rætta vegin.


Les eisini: Sonni Ragnar slitið hælsinuna


- Status hjá mær er at eg eri byrjaður at ganga normalt aftur uttan at hava nakað á fótinum, so nú um góðar tvær vikur fari eg út at trena saman við liðnum aftur. Tað gongur betur enn væntað, sigur Sonni Ragnar við Sosialin í dag.


Sonni Ragnar Nattestad er í “fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hann eitt nú eisini svarar nær hann væntandi verður klárur at spæla dyst aftur, og hvussu hann trívist í Molde.