Gongur nú á fimta ári

Mánadagin vóru fýra ár, síðani rættarmálið ímóti fyrrverandi jugoslaviska forsetanum Slobodan Milosevic byrjaði.

Eftir ætlanini skal rætturin enda viðgerðina í apríl, og dómur fellur so væntandi eina ferð seinni í ár. Tað er kortini longu nú greitt, at tað verður ikki endin á málinum, tí sama hvat úrslitið verður, fer annar parturin at kæra úrskurðin.

Ákæruvaldið hevur 294 vitni, sum skulu sannføra krígsbrotsmannadómstólin um, at Miloseciv ætlaði at skipa Serbia sum eitt land, har bara serbar skuldu búgva, og at øll onnur skuldu beinast av vegnum ella rekast burtur. Milosevic hevur boðsent 48 vitnum, sum skulu vísa hesum aftur, og at NATO framdi krígsbrotsverk og breyt altjóða lóg, tá samgongan leyp á landið.