Gongur nógv betur at krevja skuld inn

Eftirstøðurnar eru nógv minkaðar seinastu árini

MVg skuldin hjá føroyskum virkjum er nogv minkað í seinastuni.

Tað verður staðfest í eini frágreiðing, landsgrannskoðarin hevur latið Løgtinginum.

Uppgerðin vísir, at í fjør skyldaðu 89,6 milliónir krónur í mvg.

Í 2006 vóru eftirstøðurnar 70,9 milliónir, men í́ 2011, tá eftirstøðan var størst, var hon heilar 119,4 milliónir

 

Tølini vísa, at árini frá 2006 til 2008, vóru eftirstøðurnar ímillum 4,6 prosent og 6,2 prosent av inntøkunum tilsamans, men í 2009 fóru tær at veksa.

 

Tá ið eftirstøðurnar vóru størst  afturímóti inntøkunum, var í 2011, tá ið tær vóru 10,2 prosent av inntøkunum, men í́ 2013 var eftirstøðan aftur lækkað til 7,7 prosent av inntøkunum.

 

Hesi seinastu árini hevur eftirstøðan av mvg verið hendan:

2006: 70,9 milliónir

2007: 60,2 milliónir

2008: 73,0 milliónir

2009: 91,1 milliónir

2010: 112,5 milliónir

2011: 119,4 milliónir

2012: 117,4 milliónir

2013: 89,6 milliónir

Men í 2012 fekk Taks betri heimildir at krevja skuld inn og tær heimldirnar verða eisini brúktar og tað hevur havt sína ávirkan.

 

Í árinunum frá 2006 til 2013 hevur Taks avskrivað 107 milliónir krónur í Mvg-skuld

Og hesi seinastu árini hevur Taks avskrivað hesar upphæddir í mvg:

2006: 5,1 milliónir

2007: 8,7 milliónir

2008: 5,5 milliónir

2009: 7,7 milliónir

2010: 14,2 milliónir

2011: 19,4 milliónir

2012: 17,4 milliónir

2013: 29,1 milliónir

Tils.: 107, 1 milliónir