Gongur svingandi hjá VB

VB vann móti Stjørnuni, men tapti móti StÍF. Í útsetta dystinum móti Stjørnuni í Vági, vann VB ein kanóndyst móti Stjørnuni, men dagin eftir taptu tær móti StÍF á útivølli. – Dysturin kvøldið fyri hevur óivað ligið í beinunum hjá ogra leikarum, tá tær fóru inn á Skálafjørðin sunnudagin, sigur Bogi Mortensen, heimildarmaðurin av Skála, hendan dagin

HONDBÓLTUR

Niels Petersen

niels@sosialurin.fo


VB og Stjørnan spældu ein fysiskt krevjandi dyst leygardagin 20. oktobur, har kvinnurnar úr Vági megnaðu at koppa meistarunum úr Klaksvík, við einum 26-24 sigri, aftaná hálvleiksstøðuna 12-8.


Stjørnubyrjan

Stjørnan kom annars best frá byrjan og løgdu seg á odda 0-2, men so raknaði VB við og løgdu seg á odda. Støðuna hildu vágskvinnur og vóru tær frammanfyri allan fyrra hálvleik. Gamaní javnaði Stjørnan í tveimum førum, til ávíkavist 3-3 og til 8-8, men VB endaði omaná, fingu fýra mál afturat, og so var hálvleikur.


Lyklaleikarar

Lyklaleikarar hjá VB høvdu ein góðan dag á Vágseiði leygardagin, og Daiva Toumaite, Laila Jespersen, Gurið Mortensen traðkaðu virkuliga í karakter og vunnu dystin fyri VB.


Viiljin sigraði

Stjørnan megnaði at javna til 18-18, tá annar hálvleikur var hálvrunnin, og løgdu seg enntá á odda 21-22, men so var tað sum at støðgur kom í hjá klaksvíkskvinnum, tí hóast útvísingar til VB móti dystarenda, megnaðu vágskvinnur at enda at vinna við tveimum málum.


Dagin eftir

Eftir ein harðan dyst leygardagin, fóru vágskvinnur inn á Skála at spæla móti StÍF. Dystarferðin var lítil og málini enn færri, og týðuligt var at síggja, at beinini á Vágskvinnum vóru tung frá dystinum leygardagin. Hvussu var og ikki, so royndu tær, hvat tær vóru mentar.

StÍF, ið vóru stjørnuskotið Ninnu Johansen fyri uttan, løgdu seg á odda og gongdin var jøvn, inntil støðan var 3-3, tí tá var Daiva so óheppin at fáa ein alboga í andlitið og noyddist tískil av vøllinum til viðgerðar. Hon fekk ein snudd yvir eygnalokinum, og kom ikki inn í dystin aftur, fyrr enn umleið 10 minuttir vóru farnir av øðrum hálvleiki. Hesa løtuna, Daiva var úti, megnaðu StÍF at vinna sær passaligan fyrimun, men tó kempaðu vágskvinnur fyrimyndarliga, sjálvt um lítið kom burturúr. Hálvleikstøðan varð 7-5.


Kreftirnar gingu undan

Meðan Daiva hevði verið úti við skaða, vóru kreftirnar á hinum VB-arunum uppbrúktar, so tá hon kom inn aftur, var tað ein einmansherður móti stinnu StÍF verjuni, sum gjørdu sær dælt av hesum og kempaðu seg til eina fína føring uppá 12-9, eftir 18 minuttum í øðrum hálvleiki. VB gjørdi eitt síðsta sprell og kom uppá javnleik 12-12 tá seks minuttir írestaðu, men tá var øll orkan nýtt, og tá so StÍF skorar til 13-12, minuttin seinni, megnar VB ikki nakað aftursvar, og tískil vinnur StÍF ein heldur linligan dyst, hvat tempo viðvíkur.




Í Faktaboks:


Fakta

VB – Stjørnan 26-24 (12-8)

Málskjúttar

VB: Daiva Toumaite 12 (3), Laila Jespersen 4, Ruth Lisberg 4, Monika Samuelsen 3, Theresa Joensen 3

Stjørnan: Simona Petersen 11 (5), Bára S. Klakstein 4, Durita Christophersen 4, Una Olsen 2, Joan M. Djordjevic 1, Hanna Mikkelsen 1, Anna K. Samson 1

Brotskøst: VB 3, Stjørnan 6

Útvísingar: VB 2, Stjørnan 3

Dómarar: Hans Tomasen & Hanus Kúrberg




Fakta

StÍF – VB 13-12 (7-5)

Málskjúttar

StÍF: Rebekka Justinussen 7 (2), Bára Danielsen 3, Ata Gregerssen 1, F. Danielsen 1 Elsa H. Rasmussen 1

VB: Svava Vestergaard 5, Daiva Toumaite 4 (2), Bára Mortensen 1, Miriam Michelsen 1, Monika Samuelsen 1

Brotskøst: StÍF 2, VB 3

Útvísingar: StÍF 3, VB 1 (venjarin)

Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen