Gongur væl hjá Sivic

Eitt navn, sum varð nevnt fleiri ferðir í gjár, tá tosað varð um nýggjan landsliðsvenjara, var navnið á Tomislav Sivic, sum áður hevur virkað í Føroyum. Sivic er í dag venjari hjá ungverska Kecskemét, sum hann vár førdi upp í bestu deildina. Og har hevur gingið hampuliga væl higartil. Fríggjadagin vann Kecskemét heili 3-0 á verjandi meistarunum, Debrecen, og tað úrslitið ber við sær, at Tomislav og hansara menn nú hava 13 stig eftir fyrstu níggju dystirnar. Og í løtuni eru 9 stig niður til niðurflytingarstrikuna.