Týsdagin var føroyska línuskipið Ågot inni í Aasiat í Grønlandi og avskipaði 115 tons av frystum svartkalva, sum teir hava tikið ímóti í 10 dagar.
Síðan teir komu til Grønlands og hava ligið inni í Umanak-fjørðinum og tikið ímóti svartkalva frá grønlendskum jollufiskimonnum, hava teir tvær ferðir áður verið inni og avskipað.
Fyrru ferðina høvdu teir 50 tons og seinnu ferðina 75 tons. Saman við teimum 115 tonsunum, sum teir nú hava avskipað, er samlaða nøgdin av svartkalva, sum Ågot higartil hevur tikið ímóti, komin upp á 240 tons.
Símun í Vátutoft, sum er kokkur umborð á Ågot, sigur, at tað tók teimum umleið 30 tímar at sigla frá Ikerassak inni í Umanak-fjørðinum og til Aasiat, har veiðan er løgd upp.
- Á vegnum til Aasiat settu vit nøkur fólk av í Jakobshavn, soleiðis at tey kundu halda frí í tveir dagar. Vit fara eftir teimum aftur á veg norður aftur til Umanak-fjørðin.
Umborð á Ågot eru fimm føroyingar. Ólavur Poulsen er skipari, stýrimaður er Christian Olsen, Anders Olsen og Niklas Lützen eru fabriksformenn, og Símun í Vátutoft er kokkur.
- Vit skulu skifta fólk um tvær vikur, og tá fara tveir mans heim, sigur Símun í Vátutoft við In.fo úr Grønlandi.
Leggjast kann aftrat, at grønlendsku jollufiskimenninir fiska svartkalvan, sum teir landa til Ågot, við línu.