Nýggjasta uppgerðin frá Akstovuni vísir, at vøksturin á føroyska akfarsmarknaðinum heldur fram.
Persónbilarnir draga framvegis størsta partin av vøkstrinum, men eisini fleiri aðrir akfarsbólkar hava havt eina góða gongd higartil í ár.
Serliga sæst framgongd í skrásetingini av lastbilum, lendisakførum, viðfestisvognum og motorsúkklum, meðan færri bussar og leiguvognar eru skrásettir enn somu tíð í fjør.
Samanlagt er talan um eitt sera virkið fyri skráseting av nýggjum akførum í Føroyum.
August gjørdist eisini ein góður mánaður, har nógv nýggj akfør komu á vegirnar.
Munurin sæst eisini aftur í persónbilunum, sum framvegis eru størsti einstaki akfarsbólkurin.
Sambært Akstovuni eru nú skrásett fleiri enn túsund nýggir persónbilar higartil í ár, og tað er ein greið framgongd samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Samlaða gongdin bendir sostatt á, at eftirspurningurin eftir nýggjum akførum framvegis er stórur.
Sí grafisku talvuna niðanfyri fyri fulla yvirlitið yvir skrásetingarnar í teimum ymisku akfarabólkunum.
##med2##











