Snorri Brend
Vatnsoyrar: Er tað nakað sum børn kring alt landið gleða seg til um summarið, so man tað vera at sleppa á summarlegu.
Hvørt einasta ár vitja túsundtals børn á legunum, sum verða fyriskipaðar í leguhúsinum "Zarepta" í Vatnsoyrum.
Her eru allir møguleikar skapir fyri at børnini og tey ungu skulu hava bestu umstøður at vera í, teir dagarnar sum lega teirra varar.
Íalt verður skipað fyri 21 legum í Zarepta í ár, og av hesum eru íalt sjey summarlegur.
Mikudagin í farnu viku vitjaðu vit summarlegu nr. 2 frá 3. til 9. juli, har ungdómar í 14-15 árs aldri úr øllum landinum vóru savnaði - íalt 230 ungfólk.
- Legan er fultteknað. Her er hvør koyggja upptikin, sum ein tók til.
Góðar legur
13 ára gamla Elspa Rasmussen úr Klaksvík hevur verið á legum her fleiri ferðir áður - í veruleikanum heilt síðani hon var níggju ára gomul.
Eg havi altíð glett meg nógv at sleppa á hesar legurnar. Eg haldi, at tær eru so góðar, sigur Elspa.
Seinnapartin henda dagin, meðan fríløta var á skránni sat hon á einum stakitti og hugdi eftir hinum gentunum, sum spældu fótbólt.
Eg hevði fegin viljað spælt við, men eg fái ikki í dag, vegna bruna í eygunum. Annars hevði eg heilt sikkurt verið við, sigur hon.
Men tað er kortini so nógv annað, ið ger hesa leguna so áhugaverda.
Góður sangur
Elspa er tó ikki einsamøll úr Klaksvík á hesi leguni. Hon er her saman við trimum øðrum vinkonum.
Henni dámar sera væl at syngja við í tí góða sanginum, sum altíð er á slíkum legum. Og so dámar henni eisini sera væl at hoyra um Gud.
- Vit hava havt ein sum eitur Zacharis til at hava bíbiltímarnar úr Jóhannes evangeli'inum. Hann hevur tosað nógv um Guds kærleika, og hann dugdi sera væl at greiða frá, sigur Elspa.