Nú fyrrverandi leiðslan og harvið eisini Statoil hevur verið fyri hørðum atfinningum fyri tess virksemi í eitt nú Iran, og har avleiðingin var, at ovasta leiðslan mátti fara frá, spurdu vit Erling Øverland, hvat føroyingar kunnu vænta sær av einum felag sum Statoil, tá tað m.a. snýr seg um moral.
-Statoil er eitt gott felag við einum høgum morali, og tað er eitt felag, sum vil raðfesta Føroyar høgt. Samvinnan millum Føroyar og Norra er týdningarmikil, og tað er eisini av týdningi at geva einum felag, sum hevur tilknýti til Føroyar, eina sentrala støðu. Eg sigi ikki vit skulu vera tað einasta, men tað kann fáa stóran týdning fyri Føroyar at hava Statoil og onnur norsk feløg við sum týðandi luttakarar.
Trupulleikarnar, sum hava verið í Iran og aðrastaðni, hava vit lagt afturum okkum. Teir hava vit lært av. Og eitt er vist: "Vi skal optre ordentlig og skikkelig på Færøerne."