Tann fría umsetingin av fiskidøgum yvir longri áramál kemur at føra við sær økt veiðutrýst á Føroyagrunninum. Mótsatt kvotum ber illa til at handla við fiskidøgum út frá einum defineraðum virði. Tað man roynir at arbeiða út frá, er veiðuevni. Veiðuevni verður definerað sum »tað veiðitrýstið hvørt fiskifar fremur hvønn fiskidag«. Tað sigur seg sjálvt, at eitt so flótandi hugtak aldri kann vera við til at uppfylla tann partin av endamálinum í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum snýr seg um stovnsrøkt.
Tað ber illa til at draga beinleiðis paralellar millum umseting av kvotum og fiskidøgum.
Eisini hevur tað víst seg, at um frí umsetiligheit verður galdandi yvir longri áramál, so vendist ikki aftur, tí ov nógvur kapitalur verður vavdur upp í sølu og keyp.
Tað má væntast at longt áramál ikki er einasta og seinasta kravið. Tá tað einaferð í framtíðini kemur at vísa seg at hetta ikki skapti lønsemi í vinnuni, er tað ikki ringt at fyristilla sær at næsta stig á vegnum verður at fáa gyrðingarnar millum høvuðsbólkarnar vekk.
Lángevararnir vilja altíð løgga tann, sum teir missa mest uppá, um hann ikki klárar seg, og tað er ikki útróðrarflotin teir hava mist ella koma at missa mest uppá.
Tað er ikki ringt at síggja tað mynstrið, ið landsstýrið arbeiðir eftir. Í mars í ár var skotið upp at taka áramálið fyri umsetiligheit av og at seta inn nýtt stk. 2 í § 28, tað er tann paragraffurin, sum býtir flotan upp í høvuðsbólkar og tillutar hvørjum bólki ein prosentpart av heildarveiðuni. Ætlanin var at lata hetta upp í hendurnar á landsstýrinum, sum so frítt kundi flyta bæði prosentpartar og fiskifør millum høvuðsbólkarnar. Hetta vann ikki frama í vinnunevndini.
So roynir man eina ferð afturat og nú eydnast betur, hvat ið so grundin so enn er fyri tí. Áramálið fyri fría umsetiligheit verður longt til 10 ár og prosentbýtið av heildarveiðuni gjørt vegleiðandi. Ikki fult tað sum ætlanin var við tí fyrra uppskotinum, men eitt stig á vegum.
Lógin um vinnuligan fiskiskap, við broytingunum tá farið var yvir til fiskidagar, innihelt eina avmarkaða umsetiligheit við at læna ella leiga dagar. Henda umsetiligheit slapp eftir okkara tykki ongantíð at royna seg yvir eitt áramál, sum kundi siga okkum, um hon kundi brúkast ella ikki. Samstundis fer man at pilka við sjálvan grundsteinin undir stovnsrøktini, nevniliga prosentvísa býtið av heildarveiðuni og spakuliga tileinkisgera tað. Avleiðingin verður, at fiskifør frítt kunnu flyta millum bólkarnar, uttan mun til veiðievni, antin við at keypa seg fram, ella við hjálp frá landsstýrinum. Við hesari ferðini verður tann heimildin skjótt í lagi.
Síggja vit kalt og kyniskt uppá tað, so hevði eitt reiðarí, nøkur fá stór skip, eitt risastórt móttøkuvirki og ein fiskasøla verið eitt paradís virkisbúskaparliga.
Fyri samfelagið ein vanlukka.
Útjaðarin, tey traditionellu útróðrarplássini og bygdirnar verða teir stóru tapararnir. Nýggi fiskasølustjórin hevur úttalað seg um eina konsentratión uppá 15000 fiskidagar. Tað er tað talið av døgum, sum allur flotin oman fyri 90 tons nýtir!
Búskaparserfrøðingar rokna ikki við menniskjaliga tilveru. Tað er heldur ikki teirra arbeiði, tað hava vit politikararnar til.
Við tøkk fyri upptøkuna,
Chris Jan Michelsen