Gott fyri sjálvsálitið

Flogbóltur: Hóast sín unga aldur er 19 ára gamla Ingun Midjord ein av berandi kreftunum á liðnum hjá steypavinnarunum av Tvøroyri. Hon var sum vera man ovurfegin, tá ið vit hittu hann við gullkrónu um hálsin í høllini á Hálsi leygardagin

Hon var ein av bestu leikarunum á vøllinum í finaluni leygardagin, og tey mongu smashini hjá henni vóru við til at tryggja aldursforsetanum innan føroyskan ítrótt enn eitt steyp leygardagin. So tað var eingin at siga til, at 19 ára gamla Ingun Midjord var pávastolt, tá ið vit fingu orðið á hana.

Heilt góður dagur
Vit spurdu Ingun, hvussu tað bar til, at tær eina viku framman undan kundu tapa greitt fyri Drátti, og nú í finaluni vinna sannførandi: - Vit vóru øgiliga uppsettar til dystin í dag, og vit vildu prógva, at dysturin í Vágum herfyri var eitt mistak, ið vit bert gera einaferð. Vit tóku eisini dystin í Vágum upp á band, og tað hava vit sitið og hugt eftir í vikuni, og út frá tí hava vit gjørt fleiri rættingar, ið eisini hjálptu okkum í dag, sigur Ingun Midjord.
Somuleiðis sigur Ingun, at eftir hennara tykki hevur TB eisini ein breiðari hóp enn Dráttur, og tað kemur til sjóndar í slíkum dystum, har nógv stendur upp á spæl. At enda sigur gullvinnarin av Tvøroyri, at sjálvur finaludagurin var ein heilt góður dagur hjá TB, har tær veruliga raktu dagsformin, og hetta gevur teimum ein ordiligan íblástur av sjálvsálitið undan seinastu umførunum í landskappingini. Ingun sigur eisini, at Dráttur spældi langt frá upp til sítt allarbesta, og tí gjørdist sigur rættuliga tryggur.