Gott ár hjá Kalli

Ársroknskapurin hjá Kalli er merktur av vøkstri. Sølan er økt 25 prosent eftir einum ári, og avlopið er 6,4 milliónir krónur. Felagið ætlar at økja um virksemið til fyrimuns fyri føroyska brúkaran, hóast monopolstøða merkir marknaðin

Virksemið hjá Kalli er vaksið í 2006, og framgongdin sæst aftur í ársroknskapinum fyri farna árið. Kall hevur økt søluna 25 prosent seinasta árið. Sølan av fjarskiftistænastum var 79,4 milliónir krónur í 2006 móti 63,5 milliónir krónur árið fyri. Avlopið fyri árið var 6,4 milliónir krónur, og tað svarar til, at eginognin er rentað 38 prosent í 2006. Partur av úrslitinum stavar frá sølu av internetparti felagsins til felagið EITT.
- Leiðslan er nøgd við gongdina og úrslitið. Fyrst og fremst hava starvsfólk okkara gjørt eitt gott arbeiði. Tey eru effektiv og tryggja fyritøkuni meirsølu og fleiri kundar. Kall hevur eisini eina neyva útreiðslusty?ring. Harnæst kunnu vit staðfesta, at tíðirnar eru góðar, og tað merkist hjá okkum, tí kundarnir hava økt ny?tsluna, sigur stjórin í Kalli, Bjarni A. Bjarnason.
Sterkur GSM-veitari Ein greið ábending í ársroknskapinum fyri 2006 er, at Kall hevur lættari at vaksa um maknaðarpartin innan fartelefoni (GSM), har Kall hevur egið net, enn á fastnetsøkinum, har Kall eru tvungið at keypa vørur og tænastur frá almenna kappingarneytanum. - Kall hevur økt um marknaðarpart sín innan GSM-økið, og er vorðin ein sterkari veitari. Hetta var eitt ty?ðandi mál, ið er rokkið, sigur Bjarni A. Bjarnason. GSM-marknaðarparturin er uml. 30 prosent. Kall fór undir at bjóða GSM-tænastur í november 2002, og fyrsta árið vóru 3.000 fartelefonkundar. Nú hevur fyritøkan 13.000. Bert síðani november 2005 eru tríggir ny?ggir Kall-handlar komnir, í Klaksvík, Saltangará og í Havn.
Monopolið forðar kapping - Hóast torførar umstøður á marknaðinum, kunnu vit frøðast um rokkin mál, samstundis sum vit vilja halda fram at økja um virksemið til gagns fyri føroysku brúkararnar, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri. Ein hin størsti trupulleikin innan fjarskiftisvinnuna er monopolstøðan á føroyska marknaðinum, har eitt stórt alment felag hevur rættin til netið og tí stóran kappingarfyrimun á fastnetsmarknaðinum. Kall hevur bert 20 prosent av fastnetskundunum. - Monopolið forðar fríari kapping. Kappingarneytin hevur ongan áhuga í veruligari kapping, og myndugleikarnir, ið kundu frígjørt marknaðin, hava áhuga í at varðveita virðini hjá almenna telefelagnum, sigur Kall-stjórin. Størsta einstaka vandamálið er, um netið endar á privatum hondum, og Føroyar fáa eitt privatmonopol. - Tí tala vit fyri at leggja netið í ein almennan stovn, ið er óheftur av privatum áhugamálum. Ikki fyrr enn tá gerst kappingin frí, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri í Kalli.