Gott ár hjá Løvubetong

Løvubetong hevði eitt gott ár í fjør við einum yvirskoti upp á góðar 8,8 milliónir krónur.

Bruttovinningur felagsins var 21 milliónir krónur ímóti 17,9 árið fyri, tá úrslit felagsins var slakar 6 milliónir krónur.
Starvsfólkaútreiðslur felagsins í fjør var 8,8 milliónir krónur í mun til 8,3 árið fyri.
Fyri skatt var úrslitið 10,8 milliónir krónur. Felagið hevur rindað 1,9 milliónir krónur í skatti.
Eginognin hjá felagnum er nú 40,9 milliónir krónur.
Langfreistaða skuldin er góðar 12 milliónir krónur í mun til góðar 16 milliónir krónur árið fyri.
Felagið hevur rindað eigaranum tríggjar milliónir í vinningsbýti, sum er tað sama, sum felagið hevur rindað seinastu átta árini.
Síðani 2011 hevur felagið rindað eigaranum 27 milliónir krónur í vinningsbýti.
Sp/F Thor Contractors við Norðskála eigur P/F Løvubetong.
Stjóri í P/F Løvubetong er Regin Johannessen í Tórshavn.
Torvaldur Gissurarson í Reykjavík er nevndarformaður.
Regin Johannessen, Tórshavn, og Ørn Tryggvi Johnsen í Hafnarfirði eru nevndarlimir.