Gott við nýggjum kreftum í Kemilux

Tað var ein fróður Jóhan Eysturoy vit tosaðu við um tíðindini at Jóhan Páll og Jóhan Dávid Joensen og Jón Olsen hava keypt partin hjá Føroya Banka í Kemilux International

- Eg eri stak væl nøgdur við, at teir tríggir eru komnir inn í fyritøkuna, sigur Jóhan Eysturoy í viðmerking til tíðindini um at Kemilux International nú aftur er »fíggjarliga fræls« fyritøka.

Hvussu ber tað til at Føroya Banki hevur selt partabrøvini júst nú?

- Tað er bara ein partur av teirri avtaluni, sum var gjørd í sambandi við umskipanina, sigur Jóhan Eysturoy.

Tá avtalan um umskipanina var gjørd fyri nøkrum árum síðani, var avtalað, at Føroya Banki skuldi selja sín lut í fyritøkuni eftir nøkrum árum. Gomlu partaeigararnir skuldu hava forkeypsrætt til partapeningin hjá Føroya Banka í tvey ár, og brúktu teir hann ikki rættstundis, so kundi bankin selja partabrøvini til marknaðarprís.

- Og tað er júst tað, sum bankin hevur gjørt, sigur Jóhan Eysturoy.

Hann leggur afturat, at hetta eisini er í samsvari við tað sum bankaleiðslan hevur sagt um, at teir ikki hava skil fyri at reka vinnufyritøkur. Teir duga at reka bankavirksemi og vilja heldur lata aðrar um at reka vinnuna.

Hvussu er býtið av partapeninginum so nú?

- Partapeningurin í Kemilux er so at siga trýbýttur nú. Maru Holding eigur ein part, Jón Olsen ein og eg sjálvur ein, sigur Jóhan Eysturoy.

Verða nakrar broytingar gjørdar í ætlanunum framyvir?

- Nei, tað vænti eg ikki. Málið mann fara at vera á leið tað sama, sum tað var frammanundan. Vørurnar verða uttan iva tær somu sum tær hava verið. Tað er ikki tí teir hava keypt seg inn í fyritøkuna. Teir hava gjørt tað tí teir halda, at tað er ein skilagóð íløga, sigur Jóhan.

Stjórin í Kemilux International, Jóhan Eysturoy heldur, at framtíðarvánirnar hjá fyritøkuni eru nógv bjartari nú enn tær vóru.

Tað hevur verið tungt at koma í gjøgnum kreppuárini, men seinasta ár sær út at hava gingið sum ætla. Vit stungu út í kortið við ársbyrjan í fjør, og tann ætlanin hevur hildið. Gott og væl tað, sigur hann.

Um nakað, so er umsetningurin heldur hægri enn vit høvdu vónað, leggur Jóhan afturat.

Hann vil einki siga um hvussu stórt yvirskotið er, men sigur bara, at tað gongur tann rætta vegin.

Ein onnur orsøk til at Jóhan Eysturoy er bjartskygdari nú enn hann hevur verið er, at í sambandi við, at teir tríggir hava keypt seg inn í Kemilux, so hava allir fýra - tvs. eisini hann sjálvur - skotið eyka ábyrgdarpening inn í fyritøkuna. Hetta merkir at fyritøkan fíggjarliga er munandi sterkari enn hon var fyri heilt stuttari tíð síðan.

Og tað ger tað sjálvandi nógv stuttligari at arbeiða, sigur hann.

Størstu broytingarnar í sambandi við broytingarnar í eigaraviðurskiftunum eru í nevndini. Gamla nevndin, sum Føroya Banki hevði mannað er øll farin frá, og inn í nevndina eru komnir Jóhan Páll Joensen, Jón Olsen og Jóhan Eysturoy.

Jóhan Eysturoy verður framhaldandi stjóri í fyritøkuni, einasta broytingin verður, at hann í framtíðini verður einsamallur stjóri. Viðtøkurnar kravdu at tveir stjórar skuldu varða, men eisini hetta er broytt soleiðis, at tað nú »bert« krevst ein stjóri.