Góvust alt fyri eitt at útflyta til Russlands

Beinanvegin eftir innrásina í Ukraina, minkaði føroyski útflutningurin til Russlands tveir triðingar

Beint eftir, at Russland gjørdi innrás í Russlandi, minkaði føroyski útflutningurin til Russlands niðir í botn. Hagstovan sigur, at beinanvegin í mars minkaði føroyski útflutningurin til Russlands tveir triðingar, tí ár mars í ár var hann 74 milliónir, men í mars í fjør var hann 217 milliónir.

 

 Hinvegin vaks útflutningurin til restina av Evropa, munandi. Í roynd og veru hevur útflutningurin til Evropa ongantíð verið størri ein einstakan mánað enn hann var í mars í ár. Útflutningurin til Evropa var 740 milliónir krónur í mars í ár, men í sama mánað í í fjør var hann 445 milliónir krónur.

 

Útflutningurin til Russlands hevur seinastu árini verið nøkulunda javnt býttur millum alifisk og uppsjóvarfisk, men í mars var eingin útflutningur av alifiski til Russlands. Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður upp, men minkaður stór samanborið við marsmánaðirnar seinastu árini. Í mars var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti til Russlands 17 milliónir krónur. Í mars í fjør var útflutningurin 46 milliónir krónur.

 

Sum sæst á myndini niðanfyri sveiggjar útflutningurin av uppisjóvarfiski væl meira enn útflutningurin av alifiski og er ofta lægri í tíðarskeiðnum frá umleið apríl til august. 

 

##med2##