Goymslufólk til Thomas Dam á Hálsi
Talan er um 32-40 tímars arbeiði í einari vaksandi fyritøku í einum góðum starvsfólkatoymi.
Við yvir 6000 ymsum vørum á stórari vælskipaðari goymslu, vørumóttøku hvørja viku, ordraframtøku, útleiðing og útkoyringing er starvið á okkara goymslu ein sera týdningarmikil liður í øllum okkara virksemi.
Starvið krevur, at tú hevur ans fyri og gongur upp í smálutir, dámar væl vøruhondtering, at halda og røkta goymslu.
Umframt, at tú saman við starvsfólkatoyminum vilt arbeiða fyri góðum arbeiðsumhvørvi og kundanøgdsemi
Høvuðsuppgávurnar eru:
Vørumóttøka, pakking og umpakking
Vøruframtøka, útflýggjan og útkoyring
Vøruuppfylling
Gera skrásetingar og uppteljingar til goymsluskipanina
Røkta goymsluna og verða við at skipa goymsluna.
Umframt aðrar fyrifallandi arbeiðsuppgávur
Vit vænta at tú
Gongur neyvt uppí skásetingar, smálutir og nágreinligheit
Hevur gott yvirlit og sans fyri tølum og mongdum.
Er væl skipað/ur og dámar væl at røkta og viðlíkahalda skipanir
Ert álítandi og røkin
Í háártíð megnar tíðarpress
Hevur koyrikort til bil og trukk.
Um okkum.
Handilsfyritøkan Thomas Dam & Co varð stovnað í 1946. Millum fólk eru vit kend, sum Thomas Dam á Hálsi og reka vit heilsølu, handlarnar Hegns- & náttúrubúðina og Veitslu- & køksbúðina umframt netbúðina thomasdam.fo. Vit halda til á Heykavegi 3 á Hálsi í Havn. Í løtuni eru vit 11 starvsfelagar og vit leggja okkum eftir dygd, funktionaliteti, burðardygd, menning og trivna.
Hevur starvið tín áhuga send okkum eina umsókn á post(at)thomasdam.fo
Hevur tú spurningar kanst tú ringja 211428.
Umsóknarfreist er 10.mai 2026.
Starvið verður sett so skjótt skikkaður umsøkari er funnin.
Løn sambært avvarðandi sáttmála.










