Gráa músin skal burtur

Kennir tú tína stílkjarnu, og visti tú, at øll hava sína serstøku stílkjarnu, sum er unik fyri okkum og fær okkum at føla okkum væl til passar?

Higartil hevur verið neyðugt at farið uttanlands fyri at taka eina sonevnda stylecoach/stylist-útbúgving, men nú er hetta ikki neyðugt longur.
Tað sigur Skeiðsdepilin, sum fyri fyrstu ferð í Føroyum skipar fyri hesi útbúgving.
Tað er Sunneva Thor­steins­son, sum sjálv hev­ur útbúgving innan style­coach, umframt frisør og kos­meto­log­út­búgving, sum hevur tik­ið stig til hetta.
Sunneva er leiðari á Frisørd­eild­ini á Tekniska Skúla í Havn og hevur altíð verið hugtikin av øllum tí, sum fær ein persón at taka seg fram frá tí allar bestu síðuni.
- Tað er her, at styl­ing kemur inn í myndina, sigur hon.
Hon sigur, at við røttu am­boðunum kanst tú púrasta broy­ta ein persón frá at vera ein grá mús til at traðka fram - júst sum tú ynskir tað.
- Nýggja útbúgvingin lærir teg at kenna tína stílkjarnu, og harvið gerst tú eisini tryggari, og títt sjálvsvirði hækk­ar munandi.
Skeiðsdepilin, sum stend­ur aftan fyri skeiðið, vísir á, at útbúgvingin eitt nú kann hjálpa tær í søluarbeiði, tá tú skalt søkja arbeiði - ella bara skal selja eitt hugskot.
Nýggja útbúgvingin byrj­ar hin 4. februar í ár.