Løgreglan í Grønlandi rópar nú varskó um eitt óvanliga høgt tal á sjálvmorðshóttanum. Í fjør fekk grønlendska løgreglan 832 fráboðanir um, at fólk hóttu við at gera av við seg. Tað er stórur vøkstur samanborið við undanfarin ár.
– Hetta er ein sera óheppin mentan, sum vit eru vitni til, sigur politiovastin Bjørn Tegner Bay við Sermitsiaq.
Politiovastin sigur seg ikki vita um líknandi tilstandir aðrastaðni í heiminum.
– Tá ið ein persónur hóttir við at gera sjálvmorð, verða tey nærmastu harðast rakt, men løgregla og heilsumyndugleikar mugu eisini brúka nógva orku til hesar fráboðanir, sigur Bjørn Tegner Bay.
Vanliga verður eitt størri løgreglulið sent avstað, og øki verða javnan avbyrgd, meðan fólk frá heilsumyndugleikunum royna at tosa tann sjálvmorðshótta til rættis.
Politiovastin í Grønlandi heldur, at neyðugt er at tosa um trupulleikan og gera átøk fyri at minka um talið á sjálvmorðshóttanum.