Hilmar Jan Hansen
Tað var bara ta fyrstu løtuna, at B68 var nakað serligt við í dystinum í Gundadali í gjár, tá HB tók ímóti og skuldi vísa, at kreppuárið 2011 var lagt aftur um bak. Samstundis sum B68 vísa, at liðið við nýggjum styrki var ført fyri at blanda seg upp í tann endan á kappingini, har tað er stuttligast.
Í so máta dumpaðu toftamenn so dyggiliga, samstundis sum heimaliðið stóð royndina. Men tað var tó ikki við toppkarakteri, tí hevði HB veruliga havt hvest sær vápnini undan dystinum, høvdu fleiri av málunum verið komin fyri steðgin. Tá tóktist tað tó, sum vóru royndirnar hálvhjartaðar ella bara ikki nóg góðar, tí hóast Hans Jørgensen ofta kom fyri, var sjáldan talan um stórvegis bjargingar.
Málmaðurin í hinum endanum, Teitur Gestson, hevði ikki tað heilt stóra at gera, tí tað var ikki fyrr enn eina ferð í seinna hálvleiki, at B68 brádliga fekk ein málmøguleika, ið var so einsamallur, at fáur minnist hann í morgin. Og hinvegin munnu teir brendu ella søplaðu hjá HB heldur ikki koma í søgubøkurnar.
Eftir fyrstu trý korterini, har HB stútt og støðugt setti seg á alt spælið, men bara ikki fekk nakað mál, lá líkasum í luftini, at nógv skuldi broytast hjá gestunum, skuldu teir sleppa upp í part eftir steðgin, meðan tað hjá HB helst bara ráddi um at vísa tol og halda fram upp á sama máta.
2011 farið í søguna
Tað vísti seg eisini, at B68-liðið opinbart hevði trupulleikar, ið ikki bara kundu loysast við teimum røttu orðunum í steðginum, tí støðan bara versnaði, longur tað leið út á dystin. Og sjálvt eftir at Fróði Benjaminsen hevði fingið seinna gula kortið og var farin av vøllinum, megnaði HB enn eina ferð at skjóta mál, so maktbalansan veruliga var skorin í relieff. Hetta var sum at síggja dreingir spæla grís upp á eitt mál!
Ikki vóru meira enn tríggir minuttir farnir av seinna hálvleiki, so hevði Christian R. Mouritsen snarað sær á á brotsteigarmarkinum og sent bóltin í máli, dygst úti við stongina. Og tíggju minuttir seinni hevði Fróði seinasta fótin á eftir hornaspark, eitt sindur av trunkaspæli og eina hálvbjarging. Og smáar 20 minuttir fyri tíð bleiv sera væl upplagdi Andrew av Fløtum blankafríur og skoraði til 3-0.
So var tað, at Fróði Benjaminsen eitt korter fyri tíð fekk sítt seinna gula kort fyri eina ófantaliga takling, og av tí at hann hevði brúkt seg til eitt gult kort nakað frammanundan, mátti hann fara av vøllinum og lata hinar um rest. Tað kláraðu teir nú fínt, tí sjey minuttir fyri tíð staðfesti Símun Samuelsen 4-0 sigurin hjá HB, ið lættliga kundi verið væl størri.
Her var púrt eingin mótstøða, og meðan toftamenn vóru tungir og seinir, vóru havnarmenninir lættir á fótum og funnu framúr væl hvønnannan. Hóast styrkin hjá HB neyvan kundi mátast púra álítandi eftir hetta avrikið, bendir alt á, at 2011 er farið í søguna sum eitt ordans rakár, og at 2012 helst verður spælt í hinum endanum á stigatalvuni.
hilmarjan@sosialurin.fo