Grand Prix finalan byrjar í kvøld kl. 18.00

Hetta er triðja og seinasta kappingin í summar, og hon verður eisini tann við flestu luttakarum. Í kvøld fara tey at kappast í 6 kappingargreinum. Í spurti, har 63 hava meldað til, á miðteinum við 44 luttakarum, í bóltkasti við 33, í diskoskasti við 30, í trístøkki við 31 og í longdarlopi við 33 tilmeldingum.