Granger fer ongantíð at dáma Potter!

Emma Watson, ið spælir leiklutin sum Hermione Granger í Harry Potter filmunum, sigur frá, at hon ongantíð fer at ganga saman við Radcliffe. Hon er deyðamóð av, at allir fjølmiðlarnir eru so áhugaðir í vinarlagi hennara við Radcliffe og hon hevur tí sagt frá, at tey ongantíð fara at ganga saman. Hon er vís í, at orsøkin til stóra áhugan um hana og Radcliffe kemst av, at leiklutir teirra, Hermione Granger og Harry Potter, ongantíð enda saman í bókunum.

- Daniel Radcliffe er sera sjarmerandi og fittur og hann dugir at taka hond um stóra trýstið og nógva slaturin, sum er um okkum alla tíðina. Øll hava eftirhondini spurt meg, um eg og Dan eru saman, helst av tí orsøk at vit ikki eru saman í bókunum ella í filmunum. Tey vilja fyri alt í verðini eftir at finna uppá eina søgu, sum passar til tað, tey vilja hava, sigur hon frá.