Um nøkur fá ár kunnu vit vænta, at føroysk feløg kunnu spæla sínar heimadystir á graslíki. UEFA fer nevniliga skjótt at opna dyrnar fyri hesum møguleikanum.
? Tey seinastu signalini frá UEFA eru, at vit í 2005 fáa vit møguleika at spæla okkara Evropa Cup dystir á graslíki, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF.
Evropeiski felagsskapurin arbeiðir nevniliga miðvíst fram ímóti, at møguleiki skal vera fyri at spæla altjóða dystir á graslíki.
Hetta hevði sjálvsagt verið ein stórur fyrimunur fyri føroysk feløg, tí at allir dystir í Føroyum verða spældir á graslíki. Fótbóltssambandið hevur fleiri ferðir sett hetta ynskið fram í UEFA, men higartil hevur tað gingið heldur striltið.
Positiv signal frá UEFA
Tað er greitt, at framleiðarar at graslíki hava gjørt stór framstig seinastu við at menna graslíki, so at tað líkist alt meira veruligum grasi. Hendan framgongdin hevur við sær, at UEFA skjótt kann geva grønt ljós fyri, at dystir verða spældir á kunstigum undirlagi.
UEFA hevur eitt sokallað "Players Panel", har fyrrverandi leikarar, sum hava spælt á hægsta stigi, gera sínar metingar um fótbólt í dag, og teir geva stjórnini í UEFA tilráðingar um ymisk viðurskifti.
Hetta pallborðið kom á sínum seinasta fundi til ta niðurstøðu, at UEFA eigur at geva feløgum møguleika at spæla á graslíki. Orsøkin til hetta er, at graslíkisvallirnir gerast alsamt betri, og um ungdómar fáa møguleika at spæla á hesum undirlagnum fer tað at gerast betri umtókt.
Fá ár
Fyrrverandi norski landsliðsleikarin, Rune Bratseth, sum spældi við Werder Bremen í týsku bundesliguni, situr í panelinum hjá UEFA. Í dag er hann ítróttarstjóri í norska felagnum Rosenborg. Hann tekur undir við, at graslíki verður góðkent til altjóða dystir.
? UEFA fer at geva feløgum møguleika at spæla á graslíkisvølli um ikki so langa tíð, tí at í fleiri londum er tað torført at hava ein góðan grasvøll alt árið, sigur Rune Bratseth, sum tó ikki kann siga nágreiniliga, nær hetta fer at henda.
Hann nevnir í hesum sambandi, at komandi kappingarár fara norsk feløg at kunna spæla landskappingardystir á kunstigum grasi, og hann hevur frætt, at nøkur feløg fara at gera sær dælt av hesum møguleikanum, tá tað ikki er møguligt at spæla á grasi.
Hann leggur tó dent á, at tað altíð fer at vera betri at spæla á einum góðum grasvølli enn á einum graslíkisvølli.
? Allir framleiðararnir av graslíkisvallum arbeiða miðvíst við at betra um góðskuna, og tí kunnu vit nú tosa um at spæla landskappingar- og altjóða dystir á graslíki, sigur Rune Bratseth.
Ein annar fyrrverandi stórspælari, sum eisini situr í panelinum hjá UEFA, er fransmaðurin Jean-Pierre Papin, og hann er meira bersøgin.
? Kunstigt undirlag er framtíðin, er hann siteraður fyri at siga í blaðnum UEFA Direct, sum UEFA gevur út.
FSF streingir á
Fótbóltssamband Føroya tekur sjálvsagt undir við uppskotinum um at loyva dystum á graslíki.
Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur, at hetta er nakað, sum teir hava kent til í fleiri ár, og Fótbólssambandið hevur í fleiri ár borið hetta ynskið fram fyri UEFA.
Teir nýggjast vallirnir í Føroyum, sum eru í Klaksvík, Fuglafirði, Gøtu, Runavík og Skála, eru teir bestu, ið eru á marknaðinum í løtuni. Hesir vallirnir fáa óivað góðkenning um nøkur ár.
So er bara eftir hjá føroyskum feløgum at hava karmarnar í lagi, so at teir lúka øll mynsturkrøv hjá UEFA.
Ein av trupulleikunum hjá UEFA hevur verið, at felagsskapurin ikki vil hava monopol á marknaðinum fyri graslíki.
Hesin eini framleiðarin, sum hevur framleitt teir nýggjastu vallirnar í Føroyum, er langt frammanfyri sínar kappingarneytar, og um UEFA nú gevur grønt ljós fyri at spæla á graslíki, fer hesin veitarin at seta seg einaráðandi á marknaðin.
UEFA vil ístaðin geva øðrum framleiðarum møguleika at koma uppá sama støðið sum tann fremsti, áðrenn nøkur góðkenning verður givin. Tað skal vera ein av orsøkunum til, at UEFA bíðar við góðkenningini av kunstigum grasi.
Ráðstevna um graslíki
Í hesi vikuni hava tey norðurlendsku fótbóltssambondini havt eina ráðstevnu um graslíki. Ráðstevnan var í Noregi, og Rúni Heinesen, nevndarlimur í FSF, hevur umboðað Føroyar á hesi ráðstevnu.
Tíverri fingu vit ikki fatur á Rúna Heinesen fríggjamorgunin, men Ísak Mikladal sigur, at høvuðsevnið á ráðstevnuni var graslíki.
Ætlanin er at streingja á UEFA fyri at fáa góðkenning at spæla á graslíki.