Gravgangur eftir íløgum

Seinastu níggju mánaðirnar hava viðskiftafólk hjá Føroya Banka gjørt íløgur fyri til samans hálva milliard krónur

Íløgur

Verulig gongd er komin á hugin hjá føroysku spararunum at gera íløgur í annað enn bara bankabøkur.
Seinasta árið hava teir báðir stóru peningastovnarnir av álvara eisini teknað seg í meldurin av útboðum til íleggjarar, og áhugin fyri vørunum hevur verið serstakliga stórur, skilst.
Føroya Banki hevur á heimasíðu sínari boðað frá, at kundar bankans seinastu níggju mánaðirnar hava gjørt íløgur fyri hálva milliard krónur, og tað er eitt greitt tekin um meira virknar íleggjarar, verður sagt.
 Vit uppliva eina stóra broyting á íløguøkinum. Fólk vilja meira enn bara at hava peningin standandi í bankanum. Tað er merkisvert, at ein fittur partur av teimum 500 milliónunum, sum íløgur eru gjørdar fyri seinastu níggju mánaðirnar, er eftirlønir,"sigur Janus Petersen, forstjóri í bankanum.

Hann fegnast um, at tann vakstrarstrategi, sum Føroya Banki setti sær fyri at fremja í verki í summar á íløguøkinum, hevur eydnast.
 Vit settu okkum sum mál í juni 2005, at íløgurnar í bankanum skuldu vaksa við einari milliard í trý ár. Níggju mánaðir seinni eru vit longu komin hálva leið at røkka málinum, og tað vísir, at teir 20 íløguráðgevararnir, vit júst hava útbúgvið, gera eitt gott arbeiði, og at íløguhugurin millum fólk er sera stórur, ljóðar staðfestingin í tíðindabrævinum.