Sum kunnugt verða fyri fyrstu ferð í mong aftur leiktar steypafinalur í flogbólti.
Luttakararnir til báðar steypafinalurnar vórðu funnir á tann hátt, at talan er um tey bæði liðini, sum hava staðið seg best í teimum báðum steypakappinginum, sum hava verið í Klaksvík og í Havn.
Vinnararnir vórðu teir somu í báðum kappingunum, nevnliga kvinnurnar hjá Mjølni og menninir hjá Fleyr, so hesi bæði liðini tryggjaðu sær luttøkuna á tann hátt.
Seinnu finaluluttakararnir máttu finnast við umdysti, tí tvey ymisk lið vunnu sær silvurmerkini í báðum kappingunum.
Hjá kvinnunum stóð dysturin millum Fleyr og Dráttur, og endaði hesin við, at vágagenturnar vórðu tær drúgvaru, meðan Mjølnir stóð seg betur, tá menninir har norðuri leiktu umdyst móti Fram.
Kvinnufinalan, sum sostatt verður millum Dráttur og Mjølnir, er sett at byrja klokkan 15.00, meðan mansfinalan millum Mjølnir og Fleyr er á skránni klokkan 16.30.
Atkvøðugreiðsla á www
Sum nakað nýtt hevur SvF valt at senda beinleiðis frá steypafinaludystunum.
Hetta er tó ikki tað einasta nýggja. Á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum, www.fbf.fo, ber nú til at gita, hvat lið fer at vinna tær báðar steypafinalurnar. Eftir greidda atkvøðu ber eisini til at síggja, hvørji lið verða mett sum størstu favorittarnir uttanlanda.
Slíkar atkvøðugreiðslur eru vanligar á útlendskum heimasíðum, men okkum kunnugt er hetta fyrstu ferð, at hetta verður roynt í Føroyum.
Av higartil innkomnu atkvøðunum framgongur, at favorittarnir eru ávíkavist Mjølnir hjá kvinnunum og Feyr hjá monnunum. Hetta man eisini vera í tráð við vanligu fatanina millum manna, tí umframt at hava vunnið bæði í Klaksvík og Havn, hava hesi bæði liðini verið fullkomuliga einaráðandi í landskappingini.
Einasta lið, sum hevur skalað Klaksvíksgentunum í landskappingini er TB, sum eisini vann silvurmerkini, men tá tær ikki hava luttikið í kappingunum í Havn og í Klaksvík, hava tær ikki havt møguleika at tryggja sær luttøku í steypafinaluni.
Hjá monnunum hevur Fleyr enn ikki roynt at tapt hetta kappingarárið, og ikki er hugsandi, at fyrsta tapið skal koma nú leygardagin. Við leikandi rumenska venjaranum á odda, hava teir higartil skúgvað alla mótstøðu til viks. Okkurt settið hava teir kortini tapt, men tá hevur hetta einamest verið orsakað av væntandi ídni frá egnari síðu, heldur enn dygdum hjá mótstøðuliðunum, og ikki kann væntast at hugburðurin verður nakar trupulleiki, tá steypafinalurnar standa á skránni.
Í steypakappingum er tó alt gjørligt, so spennandi verður at vita, um favorittarnir megna at liva upp til heitið leygardagin, ella um talan verður um nakra sensatión í teimum báðum finaludystunum.