Neyvan hevði nakar spátt, at tað fóru at verða grikkar, ið komu at liggja best fyri undan seinasta leikumfarinum í bólki A, men hetta er nú veruleiki.
Spaniólar høvdu yvirvág
Mikudagin leiktu grikkar móti Spania, sum teir eisini vóru í bólki saman við í undankappingini til EM, og dysturin endaði við javnleiki 1-1. Spaniólar sótu á tí mesta allan dystin, og tað var eisini í tráð við dystargongdina, at altíð vandamikli Fernando Morientes legði Spania á odda 1-0, tá ið ein hálvur tími var leiktur.
Hendan støðan helt sær eisini nakað út í seinna hálvleik, men so fekk Angelos Charisteas hjá Grikkalandi fatur á einari langari sending, og hann beindi bóltin undir Iker Casillas í spanska málinum, og so var 1-1. Spaniólar trýstu óført síðstu løtuna, og hóast teir helst høvdu uppiborið betur, noyddust teir at taka til takkar við einum 1-1 javnleiki.
Uppreisn fyri portugisar
Seinni mikukvøldið leiktu EM-vertirnir Portugál ímóti Russlandi á Estadio da Luz, og hjá heimaliðnum var uppgávan greið, tí vann Portugál ikki dystin, vóru teir útslignir. Portugisisku vertirnir fingu eisini eina dreymabyrjan, tí longu aftaná sjey minuttir eydnaðist tað Porto-leikaranum, Maniche, at skora til 1-0. Móti endanum av fyrra hálvleiki gjørdust útlitini hjá russum heldur ikki betur, tí at málverji teirra, Ovchinikov, varð rikin av vølli fyri at taka bóltin við hondini uttan fyri brotsteigin. Ein ivasom avgerð av norska dómaranum, Terje Hauge, og russiski málverjin var sera ónøgdur við avgerðina.
Í seinna hálvleiki megnaði Portugál ikki at trýsta russar so nógv sum væntað, og tað var ikki fyrr enn ímóti endanum av dystinum, at sigurin hjá portugisum bleiv staðfestur. Milan-stjørnan, Rui Costa, sum hesaferð var vrakaður til fyrimuns fyri Deco, bleiv skiftur inn, og móti endanum av dystinum sendi hann Christiano Ronaldo avstað í vinstru síðu, og Manchester United leikarin sendi eitt gott innlegg, og Rui Costa, sum var komin heilt inn í málteigin, setti fótin á, og so var 2-0 til heimaliðið. Eitt sera gott mál.
Grikkar hava nokk við javnleiki
Við úrslitunum mikudagin hava grikkar spælt seg í eina sera góða støðu, áðrenn seinastu dystirnir í bólkinum verða leiktir sunnudagin. Grikkaland skal tá leika ímóti Russlandi, sum longu er útsligið, og um grikkar bert fáa ein javnleik, eru teir tryggjaðir víðari luttøku í EM-endaspælinum, og tað er rættuliga óvæntað. Hin dysturin sunnudagin er millum iberisku grannarnar, Spania og Portugál, og vinnarin av hesum dystinum er tryggjaður víðari luttøku. Um grikkar tapa móti russum, er ein møguleiki fyri, at bæði Spania og Portugal koma víðari, men so skal Portugál vinna dystin.