Tað var eingin ivi, tá ið Føroyar í kvøld høvdu vitjan av Grikkalandi. Gestirnir vóru frammanfyri 2-0, tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, og so var spurningurin bara, hvussu stórur grikski sigurin fór at verða.
Grikkaland hevði alla tíðina fult og heilt tak á spælinum. Tað vísti seg kostnaðarmikið fyri heimaliðið, at so nógvir spælarar ikki vóru tøkir, sum annars hava verið fastir menn á liðnum.
-Hetta var stórt vónbrot. Vit vita, at møguleikin fyri sovornum úrsliti lúrir hvørja ferð, tá ið talan er um sovorna avbjóðing. Vit roknaðu veruliga við møguleikanum í kvøld, men hetta var lakasta avrikið í hesum undankappingini. Um úrslit skal spyrjast burturúr, so er neyðugt at vit eru væl skipaðir, verja væl og arbeiða gróthart. Í kvøld vóru sprekkur í verjuspælinum, og avrikið sum heild var í besta lagi heldur misjavnt. Og so verður avleiðingin sovorðið tap, sum tað í kvøld, sigur Eyðun Klakstein U-21 landsliðsvenjari.
Málini vóru av tí slagnum, sum ikki eiga at verða skorað, um tað skal eydnast føroyingum at vinna góð úrslit ímóti teimum, ið verða roknað at vera favorittar.
Fyrsta málið varð skorað við fluktara við handara stólpa eftir góða framlegging úr vinstru. Uppteljingin í føroysku verjuni var ikki nóg góð, og annað málið varð skorað við stútara eftir horna úr vinstru.
Triðja málið var eitt sindur av kloddamáli seks minuttir eftir steðgin. Koutsias rak inn úr vinstru og setti so við ikki so sannførandi skoti av brotsteigarmarkinum bóltin inn við nærra stólpa. Og tá ið Ioannis Niarchos miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti 4-0 sigurin, var talan um føroyska málverjuvillu.
Tað eyndaðist ikki føroyska liðnum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
Hetta er størsta tapið hjá U-21 landsliðnum á heimavølli í meiri enn tvey ár. 1. juni í 2022 fór Ukraina úr Føroyum við 4-0 sigri.
Føroyar – Grikkaland (0-4 (0-2)
U-21 EM undankapping
Týsdagin 10. september 2024 kl. 17.30 í Klaksvík
0-1: Christos Kourfalidis 13.
0-2: Ilias Kostis 22.
0-3: Georgios Koutsias 51.
0-4: Ioannis Niarchos 65.
Dómarabólkur úr Belgia: Jasper Vergoote, Martijn Tiesters, Michael Geerolf og Simon Bourdeaud'hui (4. dómari)
Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Mikkjal Hellisá (Emil Weihe Joensen, 78.), Børge Petersen, Ejvind R. Mouritsen – Ási P. Dam, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Heini Sørensen (Jens Erik Bruhn, 78.), Martin Agnarsson – Leivur Fossdal Guttesen (Bergur J. Poulsen, 78.), Jørgen Nielsen (Gutti Dahl-Olsen, 85.), Olaf Bárðarson (Beinir Nolsøe, 65.)
Á beinkinum uttan at vera skiftir inn: Jóannes Eyðfinsson Davidsen, Hanus Højgaard, Signar á Brúnni
Gult kort: Jørgen Nielsen, Heini Sørensen, Olaf Bárðarson, Mikkjal Hellisá
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen