SMS: H71 vann ein knúsandi stórsigur á EB

Nú eru hoyvíkskvinnur fremst í SMS-deildini

Savnsmynd

So er tað H71, ið aftur er fremst í SMS-deildini.

 

Hoyvíkskvinnur vunnu í kvøld ein knúsandi 43-19 stórsigur á EB í høllini við Streymin. Í steðginum var H71 á odda 16-10.

 

Nadja Pejovic var við seks málum toppskjútti hjá EB. Við átta málum var Maria H. Weyhe (savnsmyndin) toppskjútti hjá H71.

 

Tveir dystir vera leiktir sunnudagin klokkan 14. Teir eru Kyndil-Stjørnan og VÍF-StÍF. Klokkan 15 spæla VB og Neistin dyst suðuri í Vági. Vinnur Kyndil á Stjørnuni eru tær aftur fremst í deildini. 

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum EB og H71, umframt støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd