Grimsby tapti greitt á útivølli

Grimsby var aftanfyri 0-3, tá David Geza Turi kom á vøllin

David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town ferðaðust til London-forstaðin, Barnet fyri at spæla dyst í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini. 

 

Tað gekk snøgt sagt stak illa hjá Grimsby í dag. Barnet vann ein trivaligan 3-0 sigur. Í steðginum var heimaliðið á odda 1-0. Tá Geza kom á vøllin í 73. minutti var Barnet á odda 3-0. Tað bleiv so ikki verri aftaná Geza kom á vøllin. 

 

Grimsby er nummar seks í deildini við 15 stigum fyri níggju dystir. Gillingham er fremst í deildini við 21 stigum.

 

Farna týskvøld vann Grimsby - uttan Geza á vøllinum - í øðrum umfarinum í Liga Cup steypakappingini 1-0 á Sheffield Wednesday á útivølli. Talan er um enn eitt steypabragd, tí Sheffield spælir í næstbestu deildini. Seinastu dystirnir í øðrum umfarinum vera leiktir 24. september. Eftir tað verður lutakast til áttandapartsfinalurnar. 

 

Komandi leygardag klokkan 15 hevur Grimsby heimadyst í fjórðbestu deildini móti Cheltenham.