Grind í Hvalba - men einki verður gjørt við hana

– Hvalbingar hava fingið nokk av grind nú, sigur Jaspur Vang, sýslumaður

Í morgun varð boðað frá einari lítlari grind í Hovsfirði. Men tá vóru líkindini so mikið vánalig, at avgjørt varð ikki at halda henni til.

 

Nú liggur grindin beint út fyri sandin Nesi í Hvalba - har sum ein onnur grind var hildin til fyri knøppum tveimum vikum síðani. Jaspur Vang, sýslumaður, hevur snakkað við grindaformenninar, og teir eru samdir um at lata hana fáa frið.

 

Fyrst og fremst er tað ókyrt í sjónum, men grindin verður eisini mett at vera so mikið lítil, at tað ikki er tað vert - serliga nú tá ein onnur grind fyri kortum var har.

 

– Hvalbingar hava fingið nokk av grind nú, sigur Jaspur Vang, sýslumaður.