Manningin á Magnusi Heinason sá tíðliga í morgun eina grind einar fimm fjórðingar vestan fyri Skúvoy, har teir gera royndir.
Vit fingu ikki fylgt grindini, tí vit hava greiðir úti, sum vit gera royndir við, segði Dánjal Jákup Lydersen, skipari á Magnus Heinasen við útvarpið hjá Kringvarpinum fyri løtu síðani.
Hann metti grindina at vera upp á einar 100 hval. Hon fór norðureftir, kanska móti Søltuvík á Sandoynni, helt hann.
Eingin bátur var hjá grindini.