Grønland hevur søkt um limaskap í CONCACAF

Grønlendska fótbóltssambandið hevur formliga sent inn eina umsókn til CONCACAF

Grønland ætlar sær uppí altjóða fótbólt.

 

Ígjár sendi grønlendska fótbóltssambandið formliga umsókn til CONCACAF um limaskap.

 

CONCACAF er stytting fyri: Confederation of North, Central America and Caribbean Association Football.

 

Grønlendski landsliðsvenjarin, Morten Rutkjær er sannførdur um, at CONCACAF er tann rætti møguleikin fyri menning fyri grønlendskum fótbólti: - Tað hevði givið ein góðan pall, har felagslið og landslið høvdu spælt fleiri altjóða dystir, og høvdu tikið lut í altjóða kappingum, sigur Morten Rutkjær við grønlendska blaðið, Sermitsiaq.

 

Formaðurin í grønlendska fótbóltssambandinum, Kenneth Kleist sigur við Sermitsiaq: - Hetta átakið avspeglar okkara stremban eftir at menna fótbóltin og fremja fótbóltin í okkara landi. Við einum limaskapi í CONCACAF fara vit at fáa møguleikan at taka lut í altjóða kappingum, og fáa høvið at útveksla royndir við aðrar tjóðir. Nakað sum hevði havt ómissandi virði fyri okkara ítrótt og okkara samfelag. Sigur Kenneth Kleist. 

 

Spurdir um ríkisrættarliga støða Grønlands kann vera ein forðan fyri limaskapi í CONCACAF vísir grønlendska fótbóltssambandið á, at CONCACAF hevur limalond, ið hoyra til evropeiskar statir, so sum Franskt Guyana, Guadeloupe og Martinique. 

 

Í evropeiska fótbóltssambandinum, UEFA er tað krav, at framtíðar limalond skulu vera sjálvstøðug lond, ið eru limir í ST. Føroyar, Skotland, Ongland, Wales og Norðurírland hava tó søgulig rættindi, og eru tí ikki umfataði av tí paragraffini.

 

Í CONCACAF er tað ikki krav eins og í UEFA, at limalondini skulu vera sjálvstøðug lond, ið eru limir í ST. Hetta gevur grønlendingum vón um, at Grønland kann gerast limaland nummar 42 í CONCACAF.

 

Danska fótbóltssambandið, DBU stuðlar umsóknini hjá grønlendska fótbóltssambandinum. Harumframt er grønlendska fótbóltssambandið byrjað uppá eitt strategiskt samstarv við íslendska fótbóltssambandið, KSÍ.

 

Um Grønland fær limaskap í CONCACAF, so kunnu grønlendsk felagslið taka lut í Champions Cup fyri felagslið, sonevnda Championship í Futsal, og ikki minst so kann Grønland tá kappast í Gold Cup og í Nations League.