Steypafinalan: HB er favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á steypafinaluna

Í annaðkvøld klokkan 19 byrjar finalan í kappingini um løgmanssteypið millum B36 og HB á Tórsvølli.

 

Sum atgongumerkjasølan hevur verið fer at nærkast 4.000 áskoðarum til steypafinaluna.

 

Í landskappingini í júst farna kappingarári vann HB tvær ferðir 2-1 á B36, meðan tann triði dysturin endaði við javnleiki 2-2.

 

HB hevur eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á sigur til HB aftaná vanliga leiktíð liggja millum 1,95 og 2,03.

 

Oddsini upp á sigur til B36 aftaná vanliga leiktíð liggja millum 3,10 og 3,28.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##