Morten Stig Christensen er deyður eftir brádligan hjartasteðg. Formaðurin í Dansk Håndbold fylti gjørdist 65 ára gamal.
Eftir hann situr konan Anne Engdal Stig Christensen, fimm børn og fleiri abbabørn.
- Í dag havi eg mist mín stóra kærleika í lívinum, mín lívsfelaga, mín stuðul, og tey fimm børnini hjá Morten hava mist sín fantastiska pápa.
- Morten er ikki her longur, og tað er púra óskiljandi. Vit biðja um sálarfrið at skilja okkara sera brádliga og fullkomiliga órímiliga miss av einum kærleiksfullum manni og pápa, skrivar Anne Engdal Christensen í telduposti.
Morten Stig Christensen gjørdist kendur sum hondbóltsspælari. Hann náddi 190 altjóða dystir og var við í trimum OL-finalum.
Eftir ítróttarleið sína gjørdist hann studiovertur á TV 2 og fór seinni víðari til ítróttarleiðara á sjónvarpsrásini.
Í juni 2007 gjørdist hann aðalskrivari og stjóri í Dansk Håndbold, og í 2021 varð hann settur sum formaður í hondbóltssambandinum í staðin fyri Per Bertelsen.
Hann eigur harvið stóran lut í tí ítróttarligu og skipanarligu framgongdini, sum hondbólturin í Danmark hevur verið ígjøgnum seinastu árini.
/Ritzau/