Oyn vanlig øl til vanliga føroyingin

OY hevur bryggjað nýggja pilsnarøl, ið hevur fingið heitið Palleba. Hetta er ein 4,6% pilsnar øl, sum hevur verið nógv eftirspurd í ølúrvalinum hjá OY.

Tíðindaskriv:

 

Palleba passar væl til flestar føroyskar gómar – Palleba eins væl og Marsannu. Ein vanlig øl til vanliga føroyingin. Ølin er bryggjað við vatni, byggmalti, havra, humlu og ger. 

Í dag, fríggjadagin 1. november, frá kl. 15.00 bjóðar OY ókeypis smakkiroyndir av Palleba í Rúsuni í Havn og í Saltangará, eins væl og í sjoppini hjá OY á Falkavegi 4 á Hálsi.

J-dagur í dag

Í dag er somuleiðis J-dagur og tí bjóðar OY eisini ókeypis smakkiroyndir av Lundi á jólanátt í somu áðurnevndum støðum.